Mentan

Føroya vakrasti kalendari enn einaferð

Kalendarin hevur enska heitið "A view from the top". Listamaðurin Finleif Mortensen hevur tikið myndirnar, sum allar eru tiknar á fjallatúrum í føroysku náttúruni.

2019-07-13 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fjórða árið á rað gevur forlagið Fjallamyndir út ein kalendara við forkunnugum fjallamyndum ymsastaðni úr Føroyum. Tað er listamaðurin Finleif Mortensen, sum hevur tikið myndirnar, sum allar eru tiknar á fjallatúrum í føroysku náttúruni. Hann hevur, saman við Sjúrði Poulsen, lagt kalendaran til rættis, og Sendistovan hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum og prenti.

Kalendarin, ið á enskum hevur heitið "A view from the top", er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum. Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.

Á baksíðuni eru nógvir hentir upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrir upplýsingar um landið sum heild.

Kalendarin fyri 2020 fæst til keyps í bókahandlum og øðrum handlum um landið, umframt frá Heimamissiónsforlagnum í Nesvík. Eins og undanfarin ár fer ágóðin av søluni til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.

- Forlagið Fjallamyndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder