2019-07-12 09:44
Fyrsti dagurin á G!Festivalinum er farin aftur um bak. Sandurin varð opnaður við serstakari konsert, har Eivør, Marius og onnur stór føroysk nøvn sungu sangir hvør hjá øðrum. Millum hini nøvnini vóru Jasmin, framførdi á spæliplássinum, og útlendsku nøvnini Phlake og Noah Carter vóru eisini at hoyra.
Sí eisini: Myndir: Hóskvold á G!
Nógv fólk vóru til framførslurnar. Frá løgregluni frætta vit, at fólk skikkaðu sær væl; tað vóru nøkur smáting í nátt, men einki mál.
Vakhavandi upplýsir annars, at ein bilførari varð tikin í Kollafirði seinnapartin í gjár. Hann fekk klipp og bót fyri ólógiga yvirháling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald