Uttanlands

Friðarsamráðingar í London útsettar

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, gav avboð í gjár. Ístaðin fara embætismenn frá nøkrum londum at hittast

Marco Rubio. USA ætlaði at senda ein embætismann uttan nakað ítøkiligt vald ístaðin (Mynd: EPA)

Marco Rubio. USA ætlaði at senda ein embætismann uttan nakað ítøkiligt vald ístaðin (Mynd: EPA)

2025-04-23 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein fundur við samráðingum um vápnahvíld á breddanum skuldi eftir ætlan vera í London í dag.

Hetta millum umboð frá Ukraina, USA, Frakland og Stórabretland. Millum annað skuldu uttanríkisráðharrar úr øllum londunum luttaka.

Hesin fundurin er tó avlýstur - ella í øllum førum útsettur. Hetta skriva altjóða miðlar fyrrapartin.

Orsøkin er, at Marco Rubio í gjár gav avboð. Okkurt kom ímillum hjá uttanríkisráðharranum í USA, og USA ætlaði at senda Keith Kellogg úr umsitingini ístaðin.

Mett varð tó aðrastaðni, at hetta ikki gav so nógva meining. Tá semja er millum Frakland og Ukraina, so hildu umboð frá teimum londunum, at samráðingar um møguliga vápnahvíld í krígnum uttan eitt høgtstandandi amerikanskt umboð ikki fara at flyta nakað.

Hetta kundi verið eitt týðandi fet á veg móti einum friði.

Ístaðin verður ein fundur millum umboð frá teimum fýra londunum - uttan at fjølmiðlar eru til staðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder