Innanlands

Fyrsta neo-flogfarið hjá Atlantic kemur til Føroya seinnapartin

Airbus A320-flogfarið, sum Atlantic Airways hevur langtíðarleigað, lendur áleið klokkan 15.00

Mynd: Atlantic Airways

Mynd: Atlantic Airways

2019-07-12 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið varð fyrsta neo-flogfarið í flotanum hjá Atlantic Airways handað flogfelagnum á flogverksmiðjuni hjá Airbus í Hamburg. Seinastu tíðina hevur tað royndarflogið í týska býnum.

Les eisini: Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog hevur royndarflogið í Hamburg

 
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur m.a, at hetta flogfarið er ein umráðandi partur av menningini hjá felagnum:

- Vit eru sera fegin og spent, nú nýggja flogfarið kemur til Føroya. Vit arbeiða støðugt við at menna okkum, og tí er neyðugt at hava nýggjastu flogførini, nýggjastu tøknina og nýggjastu útgerðina. Á hendan hátt kunnu vit støðugt menna bæði rutunet og felagið sum heild fyri áhaldandi at knýta Føroyar nærri umheiminum.

A320 neo-flogfarið er munandi størri samanborið við A319 flogfør, ið Atlantic Airways í løtuni hevur í flotanum í løtuni. Tað tekur 30 fleiri ferðafólk. Neo-flogførini eru tey mest umhvørvisvinarligu flogførini av sínum slagi, tí óljóðið frá flogførunum er 50% minni, og tey brúka upp til 20% minni brennievni enn núverandi flogfør. Hetta letur millum annað upp fyri, at tað ber til at flúgva longri teinar.
 
Flogfarið er tað fyrsta av fýra neo-flogførum, sum koma í felagið næstu árini. Næsta neo-flogfarið kemur um minni enn eitt ár. Fyri einum mánaði síðani undirskrivaði Atlantic Airways sáttmála við Airbus um tvey nýggj neoflogfør, sum skulu latast felagnum í ávíkavist 2023 og 2024. 
 
Atlantic Airways boðar frá, at nýggja flogfarið hevur fingið eyðkennisbókstavirnar OY-RCK, og at tað væntast í Vágum uml. kl. 15 seinnapartin í dag. Frá tí at tað kemur og fram til kl. 16.30, verður møguleiki hjá almenninginum at sleppa umborð at síggja flogfarið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder