Leygardagin var fyrsta rakettútskjóting nakrantíð í Hetlandi. Hjá nærmastu grannum okkara er spenningurin stórur um tað fer at eydnast at leggja eina rakettútskjótingarstøð á oynni Unst.
Útskjótingin um vikuskiftið hendi ikki á Unst, sum er norðasta og eystasta oyggin í Hetlandi, men á norðurendanum av høvuðsoynni, Mainland, av eini mobilari rakettútskjótingarstøð.
Talan var nevniliga um eina lítla rakett.
Tað var felagið Skyrora í Edinburgh, sum stóð fyri royndini við einari av teirra minstu rakettum, um tveir metrar til longdar. Men hon megnar tó eina ferð á yvir 2.000 kilometrar um tíman og røkkur seks kilometrar upp frá jørðini.
Endamálið við útskjótingini var at savna inn dátur til veðurlagsgransking, og var eisini at meta sum ein venjing í útskjóting av hesum slagi av rakettum.
Felagið Skyrora vónar í framtíðini at vera við til at skjóta fylgisveinar út í rúmdina, og hevur vónir um at kunna gera hetta av Shetland Space Center á Unst, kanska longu í 2022, skrivar Shetnews.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald