Innanlands

23 ára gomul og selur undirklæðir í fleiri enn 20 londum

Sonja Davidsen fer á fyrilestri í kvøld at greiða frá hvussu hon setti ferð á sína fyritøku sum selur undirklæðir

Sonja Davidsen er sjálv eisini modell fyri

Sonja Davidsen er sjálv eisini modell fyri "OW Intimates" (Mynd: OW Intimates)

2019-10-03 14:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kvøld ber til at hoyra søguna hjá Miðvágsgentuni Sonju Davidsen, sum selur síni undirklæðir í fleiri enn 20 londum.

Fyrstu stigini til undirklæðini sum hava navnið “OW Intimates”, og hon byrjaði uttan fígging.

- Við ongari útbúgving og ongum pengum til marknaðarføring hevur Sonja klára at skapt eina blómandi forrætning. Hon selur síni undirklæðir í yvir 20 londum. Sonja fortelur á kvøldinum frá hvussu hon hevur skapt sína fyritøku, sum veksur við rúkandi ferð, stendur at lesa um tiltakið.

Á kvøldinum, sum atgongumerki kunnu keypast til, verður eisini annað áhugavert á skránni. Millum annað greiðir Hugskotið frá hvussu tey hjálpa, at fáa hugskot til veruleika.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder