Í kvøld ber til at hoyra søguna hjá Miðvágsgentuni Sonju Davidsen, sum selur síni undirklæðir í fleiri enn 20 londum.
Fyrstu stigini til undirklæðini sum hava navnið “OW Intimates”, og hon byrjaði uttan fígging.
- Við ongari útbúgving og ongum pengum til marknaðarføring hevur Sonja klára at skapt eina blómandi forrætning. Hon selur síni undirklæðir í yvir 20 londum. Sonja fortelur á kvøldinum frá hvussu hon hevur skapt sína fyritøku, sum veksur við rúkandi ferð, stendur at lesa um tiltakið.
Á kvøldinum, sum atgongumerki kunnu keypast til, verður eisini annað áhugavert á skránni. Millum annað greiðir Hugskotið frá hvussu tey hjálpa, at fáa hugskot til veruleika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald