
Eftir ætlan byrjar arbeiðið at byggja Røktarheimið á Stórubrekku nú í vár og tað stendur væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.
Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at taka av tilboði frá Articon uppá knappar 300 milliónir krónur umframt meirvirðisgjald. Eisini er samtykt at taka undir við sáttmála við fyritøkuna Ráð um byggiharraráðgeving- og leiðslu.
Fimm tilboð kom inn frá Articon, HVT, J&K Petersen, Kanjon og MTV Byggivirki.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur síðan verið i sáttmálasamráðingum við Articon um verkætlanina og gjørt uppskot til arbeiðstøkusáttmála, sum nú er samtykt at taka undir við.
Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.
-
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
-
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
-
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
-
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald