Innanlands

Býarmynd komin upp á pláss

Eyðkenda hvíta og reyða kioskin - Kioskin hjá Astu - stendur nú aftur á Vaglinum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-05-20 15:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin kom ein lastbilur við nýggju kioskini hjá Astu, og nú stendur hon og prýðir miðbýin aftur. Nú við fleiri rútum og meira upplatin enn áður.

Gamla kioskin hevur seinastu tíðina staðið í einari høll á Hjalla, meðan ein nýggj útgáva er gjørd av henni. Tað má sigast at hava eydnast væl, og kioskin tekur seg væl út á Vaglinum.

Gist & Vist hevur keypt kioskina, og skal reka hana framyvir.

Í morgin klokkan 15 verður hátíðarhald á Vaglinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder