Byggiloyvi fyri nýggju kirkjuna á Argjum var á skránni fyri býráðsfundin sum byrjaði klokkan 16, og fyri lítlari løtu síðan fall avgerð í málinum.
Átta atkvøddu fyri, og fimm ímóti. Harvið hevur kirkjuráðið á Argjum fingið loyvi at byggja nýggja kirkju í økinum millum Støðlagøtu og Sandá. Men tað er við nøkrum treytum.
Á býráðsfundi í dag legði borgarstjórin Heðin Mortensen fram broytingaruppskot, har mælt verður til at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini við teirri broyting, at veitt verður kirkjuráðnum á Argjum byggiloyvi til nýggjan kirkjubygning treytað av, at farið verður ikki undir jørðarbeiðið, fyrrenn ein fullfíggjað kostnaðar-, tíðar- og byggiætlan fyriliggur fyri allari byggingini. Hetta varð samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald