Innanlands

Danir syngja fyri drotningini á føðingardegnum

Margretha drotning fyllir áttati ár í dag

(Mynd: Per Morten Abrahamsen / Det danske Kongehus)

(Mynd: Per Morten Abrahamsen / Det danske Kongehus)

2020-04-16 07:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlanin er at fáa eina millión danir at syngja við, nú landsins drotning í dag fyllir 80 ár.

Orsaka av korona-avmarkingunum verður ongin morgunvking á Fredensborg slotti og fagnaður á slotsplássinum við Amalienborg.

Men drotningin kann vænta sær tykisligar føðingardagssangir.

Tónleikarar frá Copenhagen Phil symfoniorkestrinum fara at spæla saman við sangaranum Thomas Buttenschøn og 130 børnum og vaksnum. Saman – men hvør frá sínum stað.

Ljóð og myndir frá upptøkunum verða savnað saman og verða send beinleiðis á DR, TV2 og á Facebook á middegi lokala tíð – klokkan 11 okkara tíð, skrivar Ritzau.

Endamálið er, at so nógv sum gjørligt skulu syngja við heimanífrá, frá arbeiðsplássum, skúlum ella hvar tey nú eru.

Helst skulu ein millión fólk syngja við kring alt landið, sigur ein av stigtakarunum, Stine Isaksen.

- Sangirnir skulu geva eina kenslu av, at vit øll eru savnað til føðingardagin.

- Stendur ein til dømis úti á svalanum ella úti íurtagarðinum, so vóna vit, at ein hoyrir grannan syngja við, sigur Stine Isaksen frá Sangens Hus.

Umframt at syngja "I dag har dronningen fødselsdag" verða tríggir aðrir sangir sungnir, valdir millum 1100 uppskot, sum komu inn til Sangens Hus.

Tað var upprunaliga Kim Bruhn, sum fekk hugskotið til henda tykisliga felagssangin, tá hann stovnaði síðuna "Danmark synger for dronningen".

á Facebook, sum nú hevur yvir 180.000 limir.

Á føðingardegnum hjá drotningini er vanligt, at fólk í Keypmannahavn fara til Amalienborg ella fólk í Aarbus fara til Marselisborg slottið, um tað er har, hon er.

Hesaferð eru tað nógv onnur, sum fáa møguleika at syngja fyri drotningini, vísir Stine Isaksen á.

- Sjálvandi er tað spell, at fólk ikki kunnu savnast. Men við hesum bróta vit ta landafrøðiligu frástøðuna og geva øllum møguleika at vera við, sigur hon.

Herundir nakrar myndir av drotningini á vitjan í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder