Innanlands

Eldur í rúsum í Klaksvík

Í gjár varð boð eftir Klaksvíkar sløkkiliði – Talan var ikki um nakran stóran skaða

2021-10-16 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var boð eftir sløkkiliðnum í Klaksvík, tá eldur kom í nakrar rúsur á kaiøkinum.

Sum skilst, er talan um nakrar unglingar, sum hava spælt við eld. Vaktleiðarin á politistøðini fær ikki sagt so nógv um málið, tí tað skal kannast nærri, sigur hann.

Eldurin elvdi ikki til nakran stóran skaða. Men har var eitt sindur av skaða, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder