Uttanlands

Endaliga váttað: Donald Trump verður forseti aftur

Tað er við 100 prosent vissu váttað, at republikanska forsetavalevni fær yvir 270 valmenn, ið er markið. Trump fær helst eisini yvir 300 og vinnur harvið stórt á Kamalu Harris

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-06 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tímarnir hava bara verið bíðað eftir endaligu staðfestingini úr USA, og nú hevur AP tíðindastovan, sum er ein "afturhaldin" síða, í mun til til váttað vinnarar í statum kunngjørt tað: 

Donald Trump fær í minsta lagi 277 valmenn.

Fær eitt valevni 270, so er man forseti, og harvið er allur ivi kviestraður til viku. Stórir evropeiskir miðlar nýta í stóran mun AP sum høvuðskeldu.

Samanlagt hevur 78-ára gamli republikanarin slakar fimm miliónir fleiri atkvøður enn Kamala Harris (51 prosent móti 47,5 prosentum í skrivandi løtu).

Í mun til valemenn og statir, verður sigurin hjá Trump eisini stórur: Nýggi forsetin er í løtuni kunngjørdur vinnari í trimum av teimum seks "sveiggj-statunum", sum Joe Bide í 2020 vann (Georgia, Pennsylvania og Wisconsin), og liggur Trump greitt til at vinna í Nevada, Michigan og Arizona eisini.

Sí eisini: Trump: - Nú fara vit at hjálpa USA aftur

Slíkt er avgerandi fyri, hvønn veg tað fer til amerikansk forsetaval, og er tað stórt fyri republikanarar at taka allar hesar statirnar.

Flokkurin fekk eisini meiriluta í Senatinum, sum demokratarnir annars hava havt síðani 2020, og halda "tey reyðu" leiðsluna í hinum kamarinum í Kongressini - umboðsmannatinginum - er sigurin fullkomin. Har er 197-179 í løtuni. Tað snýr seg um at koma uppá í minsta lagi 218 umboð.

TV2 hevur úrslitasíðu her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder