Innanlands

Faer Isles Distillery vekir ans úti í heimi

Farið varð undir framleiðslu av whisky fyri einum ári síðan, so tað eru enn tvey til trý ár, áðrenn fyrsta whisky kemur á marknaðin

(Mynd: Faer Isles Distillery)

(Mynd: Faer Isles Distillery)

2024-03-14 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska distillaríið heldur á fram at vekja ans úti í heimi.

Í fjør vóru stórar greinar um Faer Isles Distillery í altjóða tíðarritum so sum Tasting Table og Food & Wine Magazine, sum m.a. vístu á, hvussu føroyska veðurlagið er optimalt til at búna whisky, og hvussu serligi búningarhátturin í føroyskum opnahjallum er serstakur og ikki sæddur áður.

Eisini er distillaríið við í sjónvarpsrøð um distillaríir við Norðuratlantshavi, sum m.a. verður sýnd á 130 sjónvarpsrásum í 70 londum í Evropa, Asia, Avstralia og Miðeysturi, herundir risastóru amerikansku støðini PBS.

Nú hevur so Whisky Magazine eisini stóra grein um distillaríið. Whisky Magazine er mest lisni miðilin í whisky-heiminum við stórum altjóða lesaraskara og er høgt virdur fyri sína redaktionellu góðsku og innliti í vinnuna.

Eftir stórar seinkingar orsakað av koronu, fór Faer Isles Distillery undir whisky framleiðslu fyri einum ári síðani. Av tí at whisky skal búnast í minsta lagi í 3 ár, eru tískil enn 2-3 ár, áðrenn fyrsta whisky kemur á marknaðin. Tey eru tó somikið nøgd við góðskuna, at tey í næstum koyra sítt new make whisky – nýframleiddu rávøruna, ið verður lagt at búna á tunni – á marknaðin í smáum 20cl fløskum, so forvitin kunnu fáa ein forsmakk. Tað er tó umráðandi at undirstrika, at hetta er sterkur, óbúgvin løgur, ið als ikki kann sammetast við búnað whisky.

Sum tað verður nevnt í greinini hjá Whisky Magazine selur felagið í løtuni eisini áfyltar whiskytunnur fyri at fáa fígging til raksturin, meðan bíðað verður eftir, at fyrstu fløskurnar við whisky verða klárar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder