Innanlands

Fjarhitaarbeiði á Tinghúsvegnum

Komandi vikurnar verður atkoman til ovara part av Tinghúsvegnum eftir Hoydalsvegnum og Jústgøtu

2020-10-08 11:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við fjarhitaarbeiði á Tinghúsvegnum, tætt við MRCC-støðina og Meinigheitshúsið, verður atkoman til ovara part av Tinghúsvegnum eftir Hoydalsvegnum og Jústgøtu.

Arbeiðið fer at taka umleið 3 til 4 vikur, áðrenn tað ber til aftur koyra allan vegin eftir Tinghúsvegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder