Innanlands

Føroya fyrstu Fulltiknu Skipsatstøðingar og skiparar fingið prógv á Sjónámi

Hátíðarløta var á Sjónámi hósdagin 25. juni

Skipsatstøðingar: Ovast fv: John Sigurd Danielsen, Kjartan í Homrum, Búgvi Fagraklett, Óli Hansen. Niðast fv: Filip Jojic, Jákup Ebbe Bærentsen, Julian Olsen. Jóan Magnus Johannesen væntar á myndini.

Skipsatstøðingar: Ovast fv: John Sigurd Danielsen, Kjartan í Homrum, Búgvi Fagraklett, Óli Hansen. Niðast fv: Filip Jojic, Jákup Ebbe Bærentsen, Julian Olsen. Jóan Magnus Johannesen væntar á myndini.

2020-06-27 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hátíðarløta var á Sjónámi hósdagin 25. juni, tá Føroya fyrstu Fulltiknu Skipsatstøðingar fingu prógv.

Virðislønir til skipsatstøðingar vóru lætnar av Fiskimannafelagnum.

Óli Hansen fekk Mont Blanc fyllupenn og mappu (keypt hjá Niels L Arge), Búgvi Fagraklett fekk Bang & Olufsen headset, og Kjartan í Homrum fekk ein kikara

Ídnisvirðisløn var latin av Noroya Sparikassa til Julian Olsen.

Samstundis sum skipsatstøðingarnir fingu eisini 10 skiparar prógv á Sjónámi.

[object Object]
Ovast fv: Sjúrður Joensen Steinberg, Regin á Rógvi, Julian Eliasen, Absalon í Gerðum. Niðast fv: Jóannes Egholm, Jákup á Reynatrøð, Andrias Steinberg, Jákup Eysturdal, Mathias Hammer. John Vernar Louisson væntar á myndini.

Javnir við besta úrsliti vóru Jóannes Egholm, ið fekk manchetknappar frá Runavíkar Kommunu og Sjúrður Steinberg, ið fekk grindaknív frá Skipara og Navigatørfelagnum.

Á øðrum plássi var Andrias Steinberg ið fekk eitt ur frá Vela-watch latið av Dávur Nielsen.

Ídnisvirðisløn var ein e-bók latin av BankNordik til Andrias Steinberg.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu helt røðu umframt bæði Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum og Annfinnur Garðalíð formaður í Skipara og Navigatørfelagnum handaðu virðislønir og søgdu nøkur orð. Hanus G Johansen spældi nakrar sangir eftir Pól F.

Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá hátíðarløtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder