Hátíðarløta var á Sjónámi hósdagin 25. juni, tá Føroya fyrstu Fulltiknu Skipsatstøðingar fingu prógv.
Virðislønir til skipsatstøðingar vóru lætnar av Fiskimannafelagnum.
Óli Hansen fekk Mont Blanc fyllupenn og mappu (keypt hjá Niels L Arge), Búgvi Fagraklett fekk Bang & Olufsen headset, og Kjartan í Homrum fekk ein kikara
Ídnisvirðisløn var latin av Noroya Sparikassa til Julian Olsen.
Samstundis sum skipsatstøðingarnir fingu eisini 10 skiparar prógv á Sjónámi.
Ovast fv: Sjúrður Joensen Steinberg, Regin á Rógvi, Julian Eliasen, Absalon í Gerðum. Niðast fv: Jóannes Egholm, Jákup á Reynatrøð, Andrias Steinberg, Jákup Eysturdal, Mathias Hammer. John Vernar Louisson væntar á myndini.
Javnir við besta úrsliti vóru Jóannes Egholm, ið fekk manchetknappar frá Runavíkar Kommunu og Sjúrður Steinberg, ið fekk grindaknív frá Skipara og Navigatørfelagnum.
Á øðrum plássi var Andrias Steinberg ið fekk eitt ur frá Vela-watch latið av Dávur Nielsen.
Ídnisvirðisløn var ein e-bók latin av BankNordik til Andrias Steinberg.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu helt røðu umframt bæði Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum og Annfinnur Garðalíð formaður í Skipara og Navigatørfelagnum handaðu virðislønir og søgdu nøkur orð. Hanus G Johansen spældi nakrar sangir eftir Pól F.
Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá hátíðarløtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald