
Umsitingin hjá Fuglafjarðar kommunu er flutt. Bústaðurin hjá kommununi er ikki longur Ennivegur 38, men Í Støð 5, eisini kent sum gamli bankabygningurin hjá Eik Banka miðskeiðis í bygdini.
Eftir at hava verið stongd í nakrar dagar, letur kommunuskrivstovan í morgin upp í nýggju hølunum, sum hava verið brúkt til ymiskt mentanartiltøk, síðan givist varð við bankavirksemi í bygninginum.
Bankabygningurin klárar tó ikki at hýsa allari kommunalari umsitingini í Fuglafirði. Ein partur av umsitingini fær nú bústað á bústaðnum Karvatoftir 4, sum er handilsbygningurin hjá Haraldsen.
Býráðssalur verður tó í Støð 5, og tann salurin verður tikin í brúk á seinasta fundi hjá núsitandi býráðnum, sum verður hósdagin.
-
Sonni á Horni í nýggju skrivstovuni hjá borgarstjóranum. Men hann má geva pláss fyri nýggjum borgarstjóra á nýggjárinum
-
Býráðssalurin
-
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald