Nakrir av íbúgvunum í Grindavík á suðurstrondini á Reykjanes hálvoynni hava í dag fingið loyvi til at venda aftur til býin í nakrar tímar fyri at taða virðislutir, dýr og fenað við sær úr býnum aftur.
Nú klokkan 16 lokala tíð seinnapartin skulu fólkini vera úr býnum aftur, og býurin verður stongdur aftur.
Allir umleið 3.500 íbúgvarnir í Grindavík vórðu fríggjakvøldið bidnir um at rýma heimanífrá, tí tað var ov vandamikið at vera har orsaka av hóttandi eldgosinum, sum framvegis er væntandi.
Óvanliga nógv virksemi hevur verið í undirgrundini á Reykjanesi hesa seinastu tíðina við fleiri túsund smærri og sterkari jarðskjálvtum. Tað er staðfest, at lendið er hækkað upp í átta sentimetrar orsaka av at groyti treingir seg upp gjøgnum sprungur í undirgrundini.
Grindavíkingarnir, sum vendu aftur til býin í dag kundu við egnum eygum staðfesta vandan. Fleiri staðni í býnum eru vegir skræddir sundur, og tað rýkur upp úr sprungunum, sum eru íkomnar. Vatnleiðingarnar og aðrar leiðingar í býnum hava eisini tikið skaða.
Myndirnar eru frá íslendska ríkisútvarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald