Talið av deyðum eftir ógvusliga jarðskjálvtan í Haiti leygardagin er nú komið upp á 1.297.
Og harvið er longu nú staðfest, at jarðskjálvtin er millum teir ringastu í Latínamerika. Bara jarðskjálvtavanlukkan í Haiti í 2010 hevur kravt fleiri mannalív enn hendan, skrivar dr.dk.
Og roknað verður eisini við, at almenna talið av deyðum kemur longur upp. Bjargingardeildir arbeiða enn í húsaleivdunum fyri at finna fólk á lívi, skrivar AFP.
Higartil er talið av særdum komið upp á 5.700.
Skjálvtin hevði sín miðdepil umleið átta kilometrar frá býnum Petit Trou de Nippes, umleið 150 kilometrar í ein útsynning frá høvuðsstaðnum Port-au-Prince.
Skjálvtin var í tíggju kilometra dýpi og rakti leygarmorgunin, lokala tíð.
Hann varð mettur at liggja á 7,2 á Richter-talvuni, og tí kundu ristingarnar merkjast fleiri staðir í Karibia.
Størsti skaðin er hendur í útsynningspartinum av Haiti. Serliga í økinum kring býin Les Cayes, eru skaðarnir stórir.
Forsætisráðharrin í Haiti, Ariel Henry, skrivar á Twitter, at tey hava tørv á stuðli og hjálp at rudda upp og hjálpa neyðstøddum.
Haiti er millum fátækastu londini í heiminum. Á sokallaða Human Development-listanum yvir vælstand í heiminum, liggur Haiti nummar 170 av heimsins 189 londum.
Tað búgva umleið 11,5 milliónir fólk í Haiti.
Myndirnar herundir eru frá EPA-myndastovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald