2023-12-19 00:23
Talan er um eitt stórt eldgos, sum í kvøld fór at goysa í Íslandi, norður úr Grindavík.
Íslendska kringvarpið skrivar, at sprungan er blivið hálvan fjórða kilometrar lang, og at úr gosopinum spræna umleið 100 til 200 rúmmetrar av groyti um sekundið.
Hetta er fleiri ferðir tað, sum er komið úr fyrru eldgosunum á Reykjanesi seinastu trý árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald