Innanlands

Helgi Abrahamsen: Gjaldsportrið í Saksun er neyvan lógligt

Gjaldsportrið, sum hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun síðan 2019, er ikki í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini, sigur landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning hjá Aksel V. Johannesen

(Savsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-02 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv umrødda gjaldsportrið, sum ein festari í Saksun setti upp í 2019, er neyvan lógligt.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum í svari til fyrispurning hjá Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum.

Aksel V. Johannesen spurdi m.a. landsstýrismannin, um hann helt gjaldsportrið vera í samsvar við landsins lóg, og eisini vildi hann hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlaði at gera við málið, um talan var um nakað ólógligt.

Har eru ongar nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina, og vanliga fatanin er, at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast, sigur Helgi Abrahamsen.

Við støði í hesum ber í øllum førum til at siga, at gjaldsportrið, sum hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini, og er gjaldsportrið tí neyvan lógligt, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder