Uttanlands

Japan: Talið á deyðum komið upp á 73

Jarðskjálvtin í Ishikawa-økinum nýggjársdag er tann ógvusligasti í landinum síðan 2016

Oyðileggingarnar eru umfatandi (Mynd: EPA)

Oyðileggingarnar eru umfatandi (Mynd: EPA)

2024-01-04 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan, sum rakti Ishikawa økið í Japan mánadagin, er nú komið upp á 73. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Japan varð nýgjársdag rakt av tilsamans 155 skjálvtum, upplýsir veðurstovan í landinum. Harðasti skjálvtin, ið máldi 7,6, var í Ishikawa, og tað er her, at 73 deyðstilburðir eru staðfestir, skrivar Ritzau.

Tað verður framvegis leitað eftir livandi í húsaleivdunum.

Yvir 33.000 fólk eru flutt burtur, og sambært lokalum myndugleikum eru framvegis 100.000 húsarhald, sum ikki hava vatn.

Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, segði týsdagin, at bjargingararbeiðið er ein kapprenning móti tíðini. Og í dag er hetta framvegis galdandi.

Fleiri túsund bjargingarfólk royna at at koma livandi í húsaleivdunum til hjálpar.

Kuldastig og nógv regn lættir ikki um bjargingararbeiðið. Hartil liggja fleiri av teimum harðast raktu økjunum langt frá teimum stóru býunum, og veganetið til hesi støð er oyðilagt í skjálvtunum.

Reuters skrivar, at skjálvtin er tann mest oyðileggjandi í Japan síðan 2016. Alt bendir á, at enn er eingin heildarmynd yvir, hvussu álvarsligir skaðarnir eru.

Í gjár segði Fumio Kishida, forsætisráðharri, á tíðindafundi, at stjórnin nú skipar fyri, at harðast raktu fólkini kunnu fáa neyðhjálpina sjóvegis. Tað lættir munandi um arbeiðið.

Japan upplivir á hvørjum ári fleiri hundrað jarðskjálvtar, harav teir flestu eru so at siga óskaðiligir.

Orsøkin til nógvu skjálvtarnar í landinum er, at Japan liggur í einum øki har tríggjar sokallaðar tektoniskar plátur møtast. Av somu orsøk eru allir bygningar í landinum bygdir soleiðis, at teir skulu kunna standa ímóti hørðum ristingum, skrivar Ritzau.

Myndir: EPA 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder