2020-08-06 22:59
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Helgi Abrahamsen, landsstýrimaður, hevur í dag lýst kunngerð um, at matstovur og skeinkistøð skulu stongja í seinasta lagi klokkan 23.
Hetta er galdandi frá í morgin 7. august og fer úr gildi tann 31. august. Hetta er fyri at forða fyri smittuspjaðing av korona, stendur í kunngerðini.
Talan er um eina heimild, sum landsstýrismaðurin fekk frá løgtinginum síðst í juni mánað. Helgi Abrahamsen hevur áður sagt, at hann ikki visti, um tað gjørdist neyðugt við hesari heimildini, men nú hevur hann í øllum førum gjørt brúk av hesum.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald