Í gjárkvøldið trokaðu fleiri túsund viðhaldsfólk hjá fyrrverandi brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro seg inn í brasilsku kongressina, forsetaborgina og hægstarættin í brasilska høvuðsstaðnum Brasília.
Viðhaldsfólkini, sum ikki viðurkenna núverandi forsetan sum vinnara av forsetavalinum í heyst, kravdu m.a., at atkvøðurnar frá seinna umfari av forsetavalinum skuldu teljast umaftur. Tað var eftir seinna umfari, at Luiz Inacio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, varð útnevndur til vinnara av valinum.
Lula varð tikin í eið sum forseti 1. januar, og fleiri av viðhaldsfólkunum hjá Bolsonaro heittu á herin um at forða fyri hesum.
Tað eydnaðist í gjárkvøldið løgregluni at fáa tamarhald á støðuni, og í minsta lagi 400 persónar eru vorðnir handtiknir í kjalarvørrinum á álopið.
Ógreitt er, hvussu nógv hava fingið skaða í álopinum, men brasilska journalistafelagið boðar frá, at í minsta lagi trý dømi hava verið um journalistar, sum vórðu álopnir, meðan teir dekkaðu hendingarnar sunnukvøldið.
Lula sigur, at øll, sum hava tikið lut í álopinum verða funnin og revsað. Hann var ikki sjálvur í høvuðsstaðnum, tá tað hendi, tí hann var á almennari vitjan í statinum São Paulo.
Bolsonaro hevur fordømt álopið, og vísir hann aftur ákærur hjá Lula um, at hann hevur eggjað til ófrið á sosialu miðlunum úr Florida, har hann er staddur í løtuni.
– Friðarlig mótmæli, sum tað stendur í lógini, er ein partur av fólkaræðinum. Tað eru rán og innrás í almennar bygningar, sum er tað, sum hendi í dag, og sum vinstravongurin gjøgnumførdi í 2013 og 2017, ikki, skrivar hann m.a. á Twitter.
Fríggjadagin vórðu júst tvey ár liðin, síðan viðhaldsfólk hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump lupu á Kongressina í USA. Tað var 6. januar 2021.
Les eisini: Biden heiðraði 14 persónar á tvey ára degnum fyri álopið á Kongressina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald