Innanlands

Mercy var tann fyrsta at steðga fyri reyðum

Fólk, sum koyra eftir Landavegnum í Havn skulu nú venja seg við nýggju ferðsluljósini

2020-10-07 15:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Grønt, gult, reytt. Fólk, sum koyra eftir Landavegnum, skulu nú venja seg við ferðsluljós. Í dag tendraði Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, ferðsluljósini við vegamótið Landavegur, Stóragerði og Hans Andriasar gøta.

Fyrst at steðga fyri reyðum var Mercy Debes, sum er ættað úr Ghana.

Økið við Landavegin, Marknagil og á Fløtum er seinastu árini broytt nógv. Hetta er størsti vakstrardepilin í landinum.

Nógvir ferðsluserfrøðingar hava lagt økið til rættis, tí ferðslan er økt, og fer at økjast nógv.

Eftir stuttari tíð eru komnir matvørhandlar, tríggir skúlar og nógvar íbúðir verða bygdar. Nú eru so eisini komin fleiri ferðsluljós, sum fara at leiða ferðsluna allan sólarringin.

- Hetta er gott fyri ferðslutrygdina og ferðsluna sum heild, segði Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder