Innanlands

Minnisvarði um kvinnur deyðar í barsilssong

Minnisvarði varð avdúkaður í Fuglafirði í dag

(Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)

(Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)

2023-12-17 20:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag varð minnisvarði til minnis um kvinnur deyðar í barsilssong, avdúkaður í Fuglafirði.

Tað eru Anne Mette Greve Klemensen, Brynhild Næs Petersen og Poulina Abrahamsen, sum saman hava staðið fyri at fáa minnismerkið reist í Fuglafirði í samstarvi við kommuna. 

- Ongin tøkk er nóg stór at bera tykkum fyri hesa vøkru og neyðugu gerð. Tit æra við hesum kvinnur, sum hava latið lív í barsilssong, og tit geva øllum eftirkomarum eitt stað til minnis og til sálarbót. Minnisvarðin talar tí sanniliga eisini tykkum til heiðurs og æru, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í røðuni sum hon bar fram í sambandi við at minnisvarðin var avdúkaður.

- Í dag er tað tíbetur sera sjáldan, at kvinnur doyggja í barsilssong, men tað kann enn henda. Góð ljósmøðratænasta við høgari fakligheit hevur broytt hetta grundleggjandi. Ljóðmøður eru lívsneyðugar. Tær hava broytt okkara lívskor við síni vitan og førleika. Heilivágur, reinføri, heilsuupplýsing, kanningaramboð o.a. hevur ómetaligan týdning. Sama er við preventión, sum ger, at kvinnur fáa færri børn.

- Minnisvarðin er eisini týdningarmikil fyri bæði nútíðina, framtíðina og okkara ungu. Við hesum kunnu tey læra at taka søguna við sær, tá ið framtíðin verður skapað. Vit eru eisini tað, vit koma frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder