![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Kongsvitjanin í Grønlandi byrjaði leygardagin. Hetta er fyrstu ferð at Fríðrikur kongur og Mary drotning vitja landið sum kongshjún.
Við á ferðini eru yngstu børnini Vincent prinsur og Josephine prinsessa.
Vitjanin er í eina viku og byrjar í Norðurgrønlandi. Síðan verður siglt suðureftir og bygdir og býir verða vitjaðir á vegnum. Endað verður í Qassiarsuk í Suðurgrønlandi 6. juli.
Í fleiri enn 100 ár hevur kongafamiljan vitjað Grønland. Christian 10. var fyrsti danski kongur sum vitjaði landið í 1921.
Ætlanin var eisini at vitja í Føroyum í summar, men tað bleiv útsett til juni mánað næsta ár. Hetta var orsakað av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
-
(Mynd: EPA)
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald