Mentan

Myndir: Útgávukonsert við Kalas

Myndir frá væleydnaðari konsert við Kalas í Reinsarínum leygarkvøldið

(Mynd: AURA myndir)

(Mynd: AURA myndir)

2025-02-25 19:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygarkvøldið var útgávukonsert á Reinsarínum í Havn í sambandi við at fólkatónleikabólkurin Kalas gav út EP teirra, "Minnisgripir".

Kalas er ein føroyskur fólkatónleikabólkur, sum fýra barndómsvinkonur stovnaðu í 2017, eftir at tær høvdu verið á einari fólkatónleikalegu í Finnlandi. Síðani hava tær spælt óteljandi konsertir heima í Føroyum. Harafturat hava tær verið á fleiri fólkatónleikastevnum í Føroyum og uttanfyri landoddarnar.

Tær, ið mynda Kalas eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun á fiól, Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen á accordion, Bjørt Holm á sello og Sigrið F. Hansen á kontrabass.

Myndirnar her eru frá AURA myndir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder