![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað hevur kava nógv í Íslandi síðstu dagarnar og í nátt kom rættiliga nógvur kavi. Tað hevur givið starvsfólkunum á føroyska sjómansheiminum, Ørkini, í Reykjavík sveittan fram.
Sólbjørn hevur skumpað upp í stórar rúgvur frá úthurðini, so gestirnir kunnu ferðast inn og út.
Men nógvi kavin er eisini góður fyri Ørkina. Vegna kavan hava nakrir gestir longt uppihaldið á Ørkini, tí trupult er at koyra. Harafturat hava fleiri útlendingar og íslendingar biðið um innivist, tí tey ikki sluppu víðari.
Annars hevur Ørkin merkt væl koronuavmarkingarnar, sum vóru herdar fyrst í árinum.
Nú eru aftur fleiri gestir og útlitini fyri komandi vikurnar eru hampulig.
Barbara Hannudóttir Jensen vónar, at koronuavmarkingarnar skjótt hvørva, so verulig gongd kann koma aftur á virksemið í og út frá Ørkini.
Frá Ørkini frættist eisini, at eitt føroysk starvsfólk byrjaði afturat 1. februar.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald