Innanlands

Norðoya Sparikassi tillagar rentustøðið

Eisini ábyrgdarar verða álagdir negativa rentu – men fyri upphædd yvir milliónina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-29 10:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við tí endamáli at tillaga rakstur sparikassans til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini komandi árini, verða ávísar rentur á innlánum og útlánum broyttar í næstum.

Allir privatkundar kunnu hava vanlig innlán fyri tilsamans 500.000 krónur, áðrenn negativ renta verður roknað. Tó kunnu privatkundar, sum hava í minsta lagi 30.000 krónur í ábyrgdarpeningi, hava vanlig innlán fyri tilsamans eina millión krónur, áðrenn negativ renta verður roknað. Eftirlønir og innlán hjá børnum og ungum eru ikki umfatað av negativum rentum.

Framyvir bjóðar sparikassin ikki innlán við 3 mánaða uppsøgn. Øll innlán við 3 mánaða uppsøgn verða broytt til vanlig innlán.

Fyri vinnukundar merkja broytingarnar, at øll innlán verða rentað við -0,75 prosentum.

Harumframt hækka ávísar útlánsrentur við upp til 0,5 prosentstigum.

Broytingarnar fáa gildi frá 1. september 2020.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder