![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein nýggj matstova letur upp í Saltangará hósdagin, 4. juli. Navnið á nýggju matstovuni er Rist. Á Rist fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt – á eini grill. Maturin verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará.
Tað, sum eyðkennir Rist er hugni, tænasta og góður matur. Tilber at síggja at síggja matskránna og at bíleggja borð á www.rist.fo
Eigararnir, ið allir eru úr nærumhvørvinum, mettu, at tað manglaði eitt matstað av slíkum slagi í umhvørvinum, sum hevur fingið fleiri tilflytarar seinastu árini.
Rist letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, helt til. Tey flestu tilkomnu í nærumhvørvunum munnu minnast handilin hjá Bjarna Blikk.
Almenn móttøka verður á Rist í morgin, mikudagin, 3. juli kl. 12 til 14, har Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur nøkur orð og Terje Vestergaard spælir og syngur nøkur løg. Eisini fer Johan Hans, sum er sonur Bjarna Blikk, at fortelja um søguliga handilin hjá pápa hansara.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald