ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen fær at vita, at tað eru føroyingar, sum als ikki góðtaka, at ES er við til at stuðla ísraelska hernaðarátakinum móti palestinska fólkinum í Gazageiranum.
Føroyingar verða savnaðir á Tinganesi í dag í sambandi við, at fundur verður millum ES-nevndarforkvinnuna og løtmann á middegi.
- Vit halda, at tað er umráðandi at vísa, at eisini í Føroyum mótmæla vit fólkamorðinum í Gasa, har yvir 31.000 sivilfólk higartil eru skrásett dripin, skrivar felagsskapurin Samhugi við Palestina á lesarin.fo í gjár, har tað m.a. eisini verður sagt:
“Vit krevja, at ES limalondini seta revsitiltøk í verk og leggja trýst á Ísrael uppá allar mátar fyri at steðga blóðbaðnum í Gasageiranum, og fyri at Ísrael skal loyva neyðhjálp inn í Gasageiran”.
Fyrr í morgun savnaðust nøkur ungfólk frá felagsskapinum við Kongabrúnna í havn við fløggum og skeltum við greiðum boðum til Ursula von der Leyen.
Eftir eina løtu vórðu skeltini og fløggini tikin niðuraftur. Sum skilst var tað tí, at tey frættu, at leiðin hjá ES-nevndarforkvinnuni ikki fór at ganga umvegis Kongabrúnna, men at hon skuldi ganga út eftir Reyninum.
Sverri Egholm tók myndirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald