Innanlands

Semjuskjalið undirskrivað

Aksel V. Johannesen og Ursula von der Leyen skrivaðu um middagsleitið undir semjuskjal millum ES og Føroyar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-14 12:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen og løgmaður, Aksel V. Johannesen, skrivaðu um middagsleitið undir semjuskjal, sum skal styrkja um samstarvið millum Føroyar og ES.

Í semjuskjalið verður lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum, men karmurin letur eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á nýggjum økjum. Eitt nú í mun til grøna orkuskiftið, veðurlagsátøk og talgilding.

Eftir hetta var tíðindafundur og høvi var hjá miðlum at seta tríggjar spurningar. Vit venda aftur um hetta.

Semjuskjalið sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder