ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen og løgmaður, Aksel V. Johannesen, skrivaðu um middagsleitið undir semjuskjal, sum skal styrkja um samstarvið millum Føroyar og ES.
Í semjuskjalið verður lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum, men karmurin letur eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á nýggjum økjum. Eitt nú í mun til grøna orkuskiftið, veðurlagsátøk og talgilding.
Eftir hetta var tíðindafundur og høvi var hjá miðlum at seta tríggjar spurningar. Vit venda aftur um hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald