Í dag fer arbeiðið at rudda upp á norðurjútsku strondunum veruliga í gongd. Tað hendir eftir at farmur frá mistum bingjum hjá Mærsk, hevur rikið á land síðani 23. desember.
Gravmaskinur og lastbilar vera settir inn og skulu rudda farmin upp, sigur strandafútin Thomas Duurloo við Ritzau tíðindastovuna.
- Vit hava gjørt eina ætlan, sum gongur fyri seg á ringast raktu økjum við Bulbjerg, Slettestrond og Blokhus, sigur hann.
Tað var eitt Mærsk skip, sum misti 40 bingjur undir ódnini Piu herfyri, og reiðaríið er við í uppruddingini.
- Tað er okkara ábyrgd, og vit eru við til alt er ruddað upp, og vit eru fyrireikaði at rinda fyri kostnaðin av hesum, sigur Søren Thuen, trygdarovasti hjá Mærsk.
Les eisini: Tekur fleiri mánaðir at kanna, hví tað hendi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald