Innanlands

Stóra uppruddingararbeiðið veruliga í gongd

Ætlan er gjørd hvussu ruddast skal í ringast raktu økjunum eftir at eitt Mærsk-skip misti 40 bingjur fyri borð

Á donsku strondunum flýtur við skógvum, køliskápum, sproytinálum, plastikkhjólum og plastikkblómum (Mynd: EPA)

Á donsku strondunum flýtur við skógvum, køliskápum, sproytinálum, plastikkhjólum og plastikkblómum (Mynd: EPA)

2023-12-27 09:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag fer arbeiðið at rudda upp á norðurjútsku strondunum veruliga í gongd. Tað hendir eftir at farmur frá mistum bingjum hjá Mærsk, hevur rikið á land síðani 23. desember.

Gravmaskinur og lastbilar vera settir inn og skulu rudda farmin upp, sigur strandafútin Thomas Duurloo við Ritzau tíðindastovuna.

- Vit hava gjørt eina ætlan, sum gongur fyri seg á ringast raktu økjum við Bulbjerg, Slettestrond og Blokhus, sigur hann.

Tað var eitt Mærsk skip, sum misti 40 bingjur undir ódnini Piu herfyri, og reiðaríið er við í uppruddingini.

- Tað er okkara ábyrgd, og vit eru við til alt er ruddað upp, og vit eru fyrireikaði at rinda fyri kostnaðin av hesum, sigur Søren Thuen, trygdarovasti hjá Mærsk.

Les eisini: Tekur fleiri mánaðir at kanna, hví tað hendi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder