Innanlands

Teir fýra stóru flokkarnir standa við sítt

Aksel Johannesen og Høgni Hoydal vilja hava eina breiða samgongu við Sambandsflokkinum - Jørgen Niclassen og Bárður á Steig Nielsen vilja, at andstøðan skal sleppa framat

Báðar síður vilja hava Sambandsflokkin við - Bárður á Steig Nielsen ynskir at skipa samgongu við Fólkaflokkin og Miðflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Báðar síður vilja hava Sambandsflokkin við - Bárður á Steig Nielsen ynskir at skipa samgongu við Fólkaflokkin og Miðflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-03 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Formenninir í fýra teimum størstu flokkunum hava verið inni hjá løgtingsformanninum Páll á Reynatúgvu og gjørt greitt, hvønn teir vilja hava sum samráðingarleiðara.

Les eisini: Formenninir peika nú á ein samráðingarleiðara

Aksel V. Johannasen legði í morgun rættin frá sær, og nú skal ein nýggjur finnast. Eingin av teimum fýra sum eru komnir út hava vilja sett navn á, hvønn teir hava peika á. Fráfarandi løgmaður og Høgni Hoydal hava tó endurtikið við miðlarnar uttanfyri hølið, at teir vilja hava eina breiða samgongu, so at arbeiði kann halda fram. 

Bárður á Steig Nielsen tykist tó við vissu at søkja eftir einari samgongu saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum. Um tað verður hann ella Jørgen Niclasen, sum verður samráðingarleiðari er tó óvist. Báðir hava tó mælt til, at andstøðan, tó uttan Sjálvstýri, fær rættin at samráðast um at gera eina samgongu. 

Páll á Reynatúgvu hevur sagt, at hann kunngerð, hvør samráðingarleiðari verður millum klokkan 15.30 og 16. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder