Í Danmark, serliga í vestara parti av landinum, hava tey í upplivað ógvusligt kavaveður. Eitt nú hevur nærum ikki verið koyrandi eftir norð-suður-gangndi motorvegnum E45 millum Randers og Aalborg.
Vegaverkið í Danmark, Vejdirektoratet, mátti nakað eftir middag boða frá, at tey megnaðu ikki at halda vegin opnan fyri ferðslu orsaka av ógvusliga kavaavfallinum.
Kavin liggur tjúkkur í stórum parti av Jútlandi, og í eystara parti av Jútlandi verður frámælt øllum at fara út at koyra uttan so at tað er alneyðugt. Er neyðugt at koyra, so mæla myndugleikarnir fólki til at taka ein spaka við í bilin at grava kava burtur við, um tað skuldi verið neyðugt.
Í sunnara parti av Jútlandi, á Fjóni og Suðursælandi og Lollandi er tað ikki so nógv kavin, ið er trupulleikin í løtuni, men regnvatn á vegunum, skrivar Ritzau.
Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni, tiknar í dag og í morgun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald