![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í morgin er ikki bert heystmarknaður í miðbýnum á Tvøroyri og langur leygardagur hjá handlunum. Undir Heygnum á Tvøroyri letur nevniliga optikhandil upp í hølunum, har Hárfríðkanarstovan Heidi, lýsingarvirkið Lýsing og K-Revisión áður hava hildið til.
Okulus Optik er navnið á nýggja handlinum, og tað er Beinta Bjarkhamar, ið eigur og rekur handilin. Beinta er útlærd sum optikari á Københavns Erhvervsakademi ,og hevur starvsroyndir frá Louis Nielsen og Vision í Keypmannahavn. Hon hevur eisini royndir frá Optika í Tórshavn.
Beinta varð útlærd í februar í ár, og eftir at hava búleikast í Keypmannahavn í 3,5 ár, var eingin ivi í hennara sinni – hon vildi heim á klettarnar aftur. Nú var ein optikhandil í heimbygdini, Vági, tí gjørdi hon av at útvega sær hølir á Tvøroyri.
Okulus Optik fer at bjóða sjónskanningar og selja brillur og linsur til ein hvønn tørv. Í morgin frá 13 til 17 verður høvi hjá fólki at støkka inn á gólvið, síggja handilin og heilsa uppá Beintu.
Tekst og myndir: Bjarni Nygaard/Tvøroyrar kommuna
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald