Innanlands

Grøna orkan minkaði við 10 prosentstigum

 Elframleiðslan veksur tó støðugt

2019-07-09 18:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sev boðar frá, at elframleiðslan veksur støðugt. Harumframt merkti turra og stilla veðrið í øðrum ársfjórðingi, at grøna orkan minkaði við 10 prosentstigum í mun til fyrra hálvár í fjør.

Virksemið í samfelagnum heldur á at vaksa og harvið eisini eftirspurningurin eftir elorku. Seinastu nógvu mánaðirnar hevur vøksturin ligið støðugt á upp í móti 10 prosentum. Fyrra hálvár í ár er einki undantak, og samlaða framleiðslan av elorku er 9,7 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tilsamans gott 186 GWt. Hetta er samstundis met, mest framleidda elorka nakrantíð.

Lítið avfall og lítil vindur

Føroyingar hava fegnast um mongu turru og stillu góðveðursdagarnar serliga í øðrum ársfjórðingi í ár. Gott summarveður er tó ikki tað sama sum gott SEV veður. Vindur og regn eru fortreytir fyri ávikavist vindorku og vatnorku. Men vindur og regn eru óstøðugar orkukeldur, og tá veðrið háttar sær, sum tað gjørdi í øðrum ársfjórðingi í ár, minkar prosentparturin av burðardyggari elorku, skrivar SEV á heimasíðuni.

Annar ársfjórðingur í ár var væl turrari og stillari enn sama tíðarskeið í fjør. Serliga í mai var turt og stilt. Málda avfallið í mai í ár var 57,1 mm í mun til 188,5 mm í mai í fjør. Miðal vindferðin í mai var 5,9 metrar um sekundið í mun til 8,2 metrar um sekundið í fjør.

Sama veðrið var galdandi fyri allan seinna ársfjórðing, og tilsamans var munurin á avfallinum í øðrum ársfjórðingi 191,5 mm í mun til  413,6 mm í 2018. Hetta saman við økta eftirspurninginum eftir elorku gjørdi, at framleiðslan av burðardyggari elorku var lutfalsliga lægri fyrra hálvár 2019 í mun til 2018, tvs. 39 prosent í mun til 48 prosent.

Fyrra hálvár í ár stóð olja fyri 61 prosentum, meðan vatn og vindur stóðu fyri ávikavist 24 og 15 prosentum av samlaðu elframleiðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder