Í september verður støða tikin til um sparingar skulu gerast á Strandferðsluni. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, við Kringvarpið í dag.
Tað ljóðaði annars at sparingar skuldu gerast beinanvegin, men øktar inntøkur frá ferðafólkaflutningi og eisini av farmi í mai og juni mánað ger, at tað møguliga ikki er neyðugt at spara fyri at játtanin skal halda.
- Veðrið hevur hilnast nógv betri. Siglt hevur verið meira til Mykiensar í ár í mun til í fjør, og vit síggja tað sama í Kallsoynni og aðrastaðni. So øktir ferðafólkaflutningur og øktur farmaflutningur, sum hevur talt rætta vegin, sigur Hilmar Eliasen við útvarpið.
Boðini frá Strandferðsluni vóru í juni at ferðaseðlaprísirnir við Ternuni til Nólsoyar og Smyrli til Suðuroyar skuldu hækka. Hesar ætlaninar eru sum so ikki øktar, men orsaka av feriutíð er hetta útsett til í heyst. Eisini skuldu sparingar gerast á bygdaleiðum fyri at halda játtina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald