Innanlands

Hálvt ár í fongsul fyri at hótta løgregluna við øks

50-ára gamli maðurin gjørdi um seg í J. C. Svabosgøta ein morgun seinast í mai, og hevur nú fingið treytaleysa fongsulsrevsing

Tá løgreglan skuldi handtaka 50-ára gamla mannin, nýtti hann eina øks at hótta við

Tá løgreglan skuldi handtaka 50-ára gamla mannin, nýtti hann eina øks at hótta við

2019-07-12 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

30 mai, Kristi himmalsferðardag varð J. C. Svabosgøta varð stongd í tveir ímar, frá Landsbókasavninum til Málingarhandlin. Hetta var orsakað av, at ein maður av álvara gjørdi um seg. Løgreglan varð boðsend áleið klokkan 09, tá húsaófriður var í  J. C. Svabosgøta, og tað tók tveir tímar, til maðurin varð handtikin. Í hesum sambandi hótti 50-ára gamli maðurin løgregluna við øks.

Fyri hesa hendingina hevur maðurin nú fingið seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hetta skrivar Kringvarpið á heimasíðu síðani. Maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 30.mai, og Føroya rættur gjørdi av, at hann skal sita dómin alt fyri eitt, so hann sleppur ikki út nú.

Maðurin noktar seg tó sekan. Sambært kvf.fo umhugsar hann, um dómurin skal skjótast inn fyri Eystara Landsrætt.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder