Áðrenn tey giftust, bar ofta til at síggja Harry prins og Meghan Markle flætta fingrar, klemma hvønnannan og annað, sum er vanligt at síggja hjá tveimum, ið eru góð við hvønnannan. Tað sást týðiligt, hvussu forlipt tey bæði vóru uppí hvørjumøðrum, men síðan tey søgdu ja í kirkjuni, tykist tað sum, at tey hava sagt nei til kropsligt samband tá tey eru millum fólk.
Síðan brúðleypið sæst ein ávísur avstandur millum tey, skriva fleiri miðlar, m.a. B.T.
Í síðstu viku sóust myndir av Meghan, ið royndi at taka í hondina á manninum, tá tey vóru til móttøku í Buckingham Palace, men Harry prinsur skundaði sær at trekkja hondina til sín.
Sambært serfrøðingum, er osøkin helst tann, at Harry prinsur ynskti at vísa virðing fyri ommu sínari, Elizabeth drotning, ið eisini var til staðar í síðstu viku.
Elizabeth drotning, ið hevur verið gift við manni sínum í 70 ár, hevur ongantíð hildið í hondini á honum alment, tí tað gjørdi man ikki tá.
Myka Meier, ið er serfrøðingur innan kongaligar kurteisreglur, sigur, at tað er sjáldan, at man sær kongalig pør leiðast, tá tey vísa seg alment.
William Hanson, ein annar serfrøðingur innan kurteisreglur, heldur, at Meghan og Harry royna at vera meira professionel, men hann heldur eisini, at orsøkin kann vera ein onnur:
"Meghan er vorðin meira sjálvsikkur sum hertogafrúa, og tí hevur hon ikki eins nógvan tørv á stuðli frá Harry, og tað veit hann av," sigur William Hanson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald