Uttanlands

Hava vit so nógvan skund, at vit gloyma jólafriðin?

Rógvi Dam stendur einsamallur á pallinum í Sjónleikarhúsinum í nýggjum føroyskum jólaleiki fyri bæði børn og vaksin. Bárður Persson hevur skrivað handritið.

2026-11-03 08:25 Author image
Innsent
placeholder

Í nýggja føroyska jólaleikinum ‘Petur og jólini’ verður spurningurin settur, um vit í øllum jólaresinum hava gloymt tað, sum jólini í veruleikanum snúgva seg um?

Einmansleikurin, sum Bárður Persson hevur skrivað, verður frumsýndur 20. november í Sjónleikarahúsinum í Havn, við Rógva Dam einsamøllum á pallinum.

Jólini nærkast, men hjá níggju ára gamla Peturi er ikki lætt at finna jólafriðin.

Heima hevur mamman úr at gera, pápin stríðist við strongd og arbeiðsloysi, og lítlasystirin Anna liggur á sjúkrahúsinum. Petur saknar tíðina saman við familjuni, men tað tykist, sum øll hava annað at hugsa um.

Heldur ikki um náttina fær hann frið. Í dreymunum ger ein ónd heks alt fyri at oyðileggja jólini hjá honum.

Men mitt í øllum hesum kemur ein heldur óvanligur persónur inn í søguna. Ein sjúkrahúsklóvnur, sum við skemti, gandakynstri og serligum eginleikum at skapa gleði, roynir hann at geva familjuni vónina aftur.

Ein maður, fleiri leiklutir

Rógvi Dam stendur einsamallur á pallinum og spælir allar leiklutirnar. Leikurin er ein blanding av sjónleiki, klóvnleiki og gandakynstri, og er bæði stuttligur, álvarsamur og fullur av hugflogi.

Ein jólaleikur fyri alla familjuna

Leikurin er ætlaður allari familjuni, bæði børnum og vaksnum. Tey yngstu kunnu gleða seg til skemt og gandakynstur, meðan tey vaksnu eisini kunnu kenna seg aftur í søguni og boðskapinum um at finna frið og vera saman við teimum, ið vit eru góð við.

Leikurin varir umleið 50 minuttir, og verður framførdur í Sjónleikarahúsinum.

Atgongumerki eru at fáa á agongumerki.fo

Bárður Persson hevur skrivað leikin og stendur fyri leikstjórnini, meðan Rógvi Dam er leikari og framleiðari.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder