
FIFA hevur góðkent vøllin, men feløgini uppliva nakað annað.
Blaðið Vikuskifti hevur verið í samband við umboð frá HB og B36, ið staðfesta, at tey framvegis ikki uppliva, at teirra heimavøllur er nóg góður at venja og spæla á. Tað er serliga hátturin, ið bólturin ferðast á, ið er trupulleikin sum feløgini hava víst á.
- Nú skal ein skjalfesting av verandi umstøðum gerast, har umboð fyri feløgini verða við og eygleiða. Tann kanningin verður gjørd í næstu ella aðru viku. So skal støða takast til, um meira granulatgummi skal leggjast á, greiðir Sigurð Ólason Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu frá.
- 15 tons eru komin til landið, so vit eru til reiðar. So krevst tað bara, at tað er turt veður í nakrar dagar fyri at koyra tey tonsini í. Vit kunnu ikki vita, hvat kanningin vísur, men vit vóna og vænta, at um tað er nakar trupulleiki, so er loysnin gummi, sigur Sigurð Ólason Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald