Innanlands

Heimildarlóg um stórhøll í Hoyvík sær dagsins ljós

Lógaruppskotið um at veita stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík varð endaliga samtykt hósdagin

(savnsmynd)

(savnsmynd)

2023-11-18 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lógaruppskotið um at veita stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík er samtykt.

Lógin gevur landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum neyðuga heimildina til at lata 30 mió. kr. í stuðli til at byggja stórhøll í Hoyvík.

Landsstýriskvinnan kann geva tilsøgn um at veita stuðul í fleiri fíggjarárum innan fyri ásettan fíggjarkarm, sum er tilskilaður í heimildarlógini, t.e. játtaður stuðul fyri 2022 á 5 mió. kr., játtaður stuðul fyri 2023 á 5 mió. kr. og ætlaða játtanin fyri 2024 á 10 mió. kr. og ætlaða játtanin fyri 2025 á 10 mió. kr.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, heldur tað vera frálíkt, at allir floksformenn á Løgtingi í mars 2022 skrivaðu undir eina fráboðan um, at teir vegna politisku flokkarnar á Tingi vildu veita stuðul til verkætlanina Føroya Arena. Tað er sostatt breið semja um málið, og nú er heimild so eisini fingin til at geva neyðugu tilsøgnina um stuðul.

Við stórhøllini Føroya Arena fáa vit eina høll, sum kann hýsa stórum ítróttatiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum av alskyns slagi. Høllin fer eisini at lúka altjóða krøvum, so hon kann vera heimavøllur hjá einum stórum parti av innandura ítróttagreinunum í landinum.

Almanna- og mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder