Innanlands

Hitin heldur sær á 10 hitastigum

Veðrið sær heilt hampiligt út næstu dagarnar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-07-10 12:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá 10 hitastigum, eitt lítið sindur av regni og minkandi vindi.

Í dag er andøvsgul til frískur vindur av eystri, millum 7 og 9 m/s. Eitt sindur av regni verður seinnapartin, um 0,1 mm. Tað er samdrigið í luftini og hitin um 10 hitastig.

Í morgin minkar hann vindin niður í gul og andøvsgul av eystri, millum 5 og 7 m/s. Í nátt er nakað av regni, millum 0,1 og 0,3 mm. Restina av degnum turt, samdrigið og hitin um 10 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder