
4. august drap 24-ára gamli Connor Betts níggju fólk í býnum Dayton í statinum Ohio. 27 onnur komu til skaða
Betts varð skotin á staðnum, og nú er líksýni gjørt. Kunngjørt varð í gjárkvøldið, at drápsmaðurin hevði kokain og onnur rúsevni í blóðinum, tá hann framdi brotsgerðina. Hetta skrivar AP tíðindastovan.
Millum annað skeyt Connor Betts sína egnu systir
Forsetin í USA segði við miðlarnar í nátt okkara tíð, at tað vóru sálarliga sjúk fólk, ið eru atvoldin til hópdrápini. Nógv kjak hevur verið um vápnalóggávuna, men Donald Trump sigur, at ein av mest umráðandi losynunum er at gera fleri stovnar til fólk, ið eru sálarliga sjúk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald