22-ára gamla Megan Beats væntaði allarhelst ikki, at hon fór at verða eitt av níggju offrum hjá beiggja sínum, ið knappliga fór at skjóta frá hond nærhendis eitt skeinkistað í Dayton. Hetta var tað sum hendi sunnunáttina, lokala tíð.
Les eisini: Enn ein skottilburður í USA: níggju fólk deyð í Ohio
Familjan Beats kemur frá Bellbrook, Ohio - áleið 24 kilometrar frá Dayton, har Megan varð funnin deyð sið síðuna sjeiki sínum. Bróður hennara var drápsmaðurin, og løgreglan skeyt hann, og Connor Beats doyði á staðnum.
Hví 24-ára gamli maðurin, ið las sálarfrøði á Sinclair Community College, valdi at fremja gerðina, har nógv eisini vórðu særd, er óvist.
Les eisini: Trump: Hatur skal einki pláss hava í USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald